Fótbóltur
Tað hevur verið sagt í alt ár, at um nakar avbjóðari skuldi finnast til KÍ-kvinnurnar, so mátti hesin koma úr antin B36 ella B68. Júst hesi bæði liðini tørnaðu saman í Havn sunnudagin, og fyri báðar partar var tað greitt, at eitt tap her vildi viðføra, at seinasta lítla FM-vónin varð slept.
Tað gjørdist B36, vann dystin, og í so máta má sigast, at tær nú eru einasti veruligi avbjóðarin, og tað hoyrir eisini til søguna, at sigurin hjá B36 var fult uppiborin.
Máslúkur á beinkinum
Longu tíðliga í dystinum var greitt, at tað var B36, sum var betra liðið. Spæl teirra hekk væl betri saman enn hjá gestunum, men tó at tær høvdu fleiri møguleikar, so eydnaðist teimum ongan tíð at koma somikið nær, at talan gjørdist um mál.
Hinvegin vóru tær hjá B68 heldur ikki sørar, tó at tær vóru við undirlutan. Nakrar ferðir var av álvara vandi á ferð framman fyri B36 málinum, men tað gjørdist so ikki meira enn næstan.
Hjá B36 hevur Ása á Neystabø veruliga gjørt vart við seg í ár, men hon var smáskadd undan hesum dystinum, og byrjaði tí á beinkinum. Men í steðginum var hon tó send at hita upp, og hetta skuldi vísa seg at verða ein heppin avgerð.
Leiðslumálið hjá B36 átti hon tó ikki part í. Maria Vang vann bóltin á miðvøllinum, eftir at málverjin hevði sparkað út, og so gekk tað bara ein veg. Kanska var tað ikki tann vakrasti solo-túrurin, tá hon taklaði seg ígjøgnum alla B68-verjuna, men úrslitið gjørdist, at Maria einsamøll við málverjanum kundi leggja B36 á odda.
Kom tað væl við hjá B36, at tær í steðginum fingu Ásu inn á vøllin, so var støðan øðrvísi hjá B68. Kanska týdningarmesti leikarin á liðnum, Oddvá Kristiansdóttir, kom ikki á vøllin til seinna hálvleik, men kortini fingu tær bart seg inn aftur í dystin. Útjavningin kom, tá eitt innlegg úr vinstra borði slapp at ferðast allan vegin í málið, og so stóð á gomlum nøglum hjá B36.
Tær fingu tó sigursmálið, tá Ása á Neystabø sýndi, hvussu ein áleypari eigur at bera seg at. Heldur enn at hyggja at, tá Arnbjørg Danielsen royndi seg við frísparki, var hon skjót at fylgja upp, tá málverjin ikki helt bóltinum, og so kundi hon prika avgerandi bóltin inn.