Nú er tað greitt, at B36 verður eitt av liðunum í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Í góðveðrinum í dag hevur B36 vunnið 3-2 ímóti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði.
B36 var greitt oman á fyrra partin av fyrra hálvleiki, tá ið tað vóru nógvar góðar støður á heimahálvuni, og tað eydnaðist at skora eitt mál miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Málskjútti var Andrass Johansen, sum sneiddi seg leysan av mótstøðumanni, áðrenn hann sendi bóltin framvið unga Jóannes Davidsen, sum vardi EB/Streyma málið ídag.
Tá lá tað í luftini, at talan kundi fara at verða um trivaligan B36 sigur. Men bara tveir minuttir seinni javnaði EB/Streymur. Hjalti K. Djurhuus átti uppleggið, tá ið Niklas T. Kruse umsetti fyrsta góða møguleikan hjá EB/Streymi til 1-1.
Fyrstu løtuna eftir steðgin hekk tað væl saman við EB/Streymi, men so vann B36 leikliga yvirvág aftur, og tað eydnaðist at skora bæði til 2-1 og 3-1. Í báðum førum var tað væl upplagdi Bjarki C. Nielsen, sum var málskjútti, og í seinna førinum var tað við returbólti, eftir at bólturin hevði verið á stólpanum.
EB/Streymur setti bæði Hans Paula Samuelsen og Arnbjørn Hansen á vøllin, tá ið tað restaði eitt lítið korter, og tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin, varð spenningur í aftur, tá ið Arnbjørn Hansen minkaði um munin.
EB/Streymur – B36 2-3 (1-1)
0-1: Andrass Johansen 22.
1-1: Niklas Kruse 24.
1-2: Bjarki C. Nielsen 66.
1-3: Bjarki C. Nielsen 86.
2-3: Arnbjørn Hansen 90.
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Ragnar B. Danielsen (Hans Pauli Samulsen, 78.), Árni G. Olsen, Andras Ó. Olsen, Ári Arge – Hjalti K. Djurhuus, Elias Moustage (Arnbjørn Hansen, 78.) – Heðin Klakstein (Gutti Dahl-Olsen, 85.), Símun Sólheim, Niklas Kruse – Ronni Møller-Iversen
Gult kort: Andras Ó. Olsen
Venjari: Jákup Martin Joensen
B36: Mathias Lamhauge – Ragnar Samuelsen, Bjarni Petersen, Lukas Enevoldsen (Andrias H. Eriksen, 83.), Alex Mellemgaard –Magnus Holm Jacobsen, Mathias Thrane, Andrass Johansen (Martin Agnarsson, 33.) – Hannes Agnarsson, Tobias Christensen (Hugin Samuelsen, 71.), Bjarki Nielsen
Gult kort: Bjarni Petersen, Magnus Holm Jacobsen, Ragnar Samuelsen
Venjari: Dann Brimsvík