B36 skrivar soleiðis í kvøld:
Miðvallarin Jógvan Kárason Gullfoss og verjuspælarin Mattias Weihe Joensen hava báðir longt sína avtalu við B36, so hon er galdandi fyri bæði 2026 og 2027.
21 ára gamli Jógvan Kárason Gullfoss fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í apríl í 2022. Í ár hevur hann verið ein av stuðulsspælarum, og við sínum orkuríka spæli hevur hann eisini vunnið sær pláss í U21-landsliðshópinum. Sambært FaroeSoccer hevur hann higartil spælt 43 dystir fyri besta liðið.
22 ára gamli Mattias Weihe Joensen var fyri fyrstu ferð á besta liðnum í august 2019. Í ár hevur stinni verjuleikarin roynst væl, og hann spældi í alt 26 av teimum 27 landskappingardystunum. Eitt skifti í 2022 royndi Mattias seg í EB/Streymi, men hann hevur annars spælt 44 dystir fyri barndómsfelagið, sambært FaroeSoccer.
Næstu tvey árini fara teir eisini at tørna út fyri barndómsfelagið, og tað gleða vit okkum til.










