Fótbóltur
Verður tosað um kvinnufótbólt í Føroyum, so slepst illa undan at nevna KÍ.
Kvinnurnar úr Klaksvík hava verið í flokki fyri seg seinastu nógvu árini, og tær upplagdir favorittar undan finaluni leygardagin.
Skal nakað lið arga KÍ, so er tað tó helst B36, sum í fjør var so sera nær við at taka FM-heitið til Havnar fyri fyrstu ferð í níggju ár. Landskappingardystinum herfyri gav eisini ábendingar um, at B36 kann hótta KÍ, tí har vóru tær úr Havn bert eitt misnýtt brotsspark frá at eiga øll stigini móti einum KÍ-liði, sum tó eisini var rakt av skaðum.
Og her er tað ikki minst saknurin í Malenu Jospehsen, sum hevur verið meinur. Umframt sjáldsama góða máltevið, so er Malena eisini ein av teimum, sum støðugt koyrir undir viðspælararnar, og tí vóna tey í Klaksvík, at hon verður tøk til dystin leygardagin.
Talan er annars um 10. steypafinaluna á rað hjá KÍ-kvinnunum, og tað finst neyvan ein betri háttur at markera hetta, enn at kvinnurnar enn eina ferð koma norður við steypinum í hond.