B36 og HB stuðla Steinfinni til FSF-nevndarvalið (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Steinfinn Mittelstein í SportBoxini á FM1 seinnapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Steinfinn Mittelstein í sendingini SportBoxin á FM1 seinnapartin.

 

Steinfinnur Mittelstein er valevnið B36 og HB standa saman um til nevndarvalið, ið verður á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandi Føroya, leygardagin 16. februar.

 

Tríggir standa fyri vali hesaferð. Teir eru Jógvan Páll Joensen, Fróði Danielsen og Kristmund Johannessen. Freistin at stilla valevni upp til komandi aðalfund var úti á midnátt mikukvøldið, og inn eru komin seks uppskot.

 

 

Jógvan Páll Joensen, Fróði Danielsen og Kristmund Johannessen eru uppstillaðir aftur, og harafturat verða Steinfinn Mittelstein, Jákup A. Olsen og Sonni L. Petersen eisini millum valevnini á aðalfundinum um eina viku.

 

 

Steinfinnur Mittelstein er fegin um, at tey bæði stóru havnarfeløgini bakka hann upp, men hann leggur dent á, at fer at arbeiða til frama fyri allan føroyskan fótbólt um honum verður víst álit til nevndarvalið leygardagin 16. februar.