B36 sigur í síðstu løtu

Tað er lætti í B36 í kvøld, og í 07 Vestur hava teir alla orsøk at iðra seg.

Í Gundadali skoraði B36 sigursmálið, tá ið tveir minuttir vóru farnir av eykatíðini. Málið skoraði innskifti Bogi Hermansen.

07 Vestur kendi ikki sína vitjunartíð. Vágamenn vóru leingi omaná. Stutt fyri steðgin legði Tór-Ingar Akselsen 07 Vestur framum eftir einmansavrik. Næstu tjúgu minuttirnar hevði 07 Vestur tríggjar risa møguleikar at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki.

Tá ið tað restaðu fimm minuttir javnaði Magnus Olsen, og í yhvirtíðini tryggjaði B36 sær øll stigini.

 

B36-07 Vestur 2-1 (0-1)

0-1: Tór-Ingar Akselsen 39.

1-1: Magnus Olsen 85.

2-1: Bogi Hermansen 90.+

Dómari: Lars Múller

B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen ? Johan Ellingsgaard, Pól Arni Jacobsen (Sjúrður Thomasen, 88.), Herbert í Lon Jacobsen, Ásbjørn V. Gunnarsson ? Magnus Olsen, Kristian í Garði (Bogi Hermansen, 57.), Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, Sam Malsom (Høgni Eysturoy, 57.) - Bergur Midjord

Gult kort: Pól Arni Jacobsen

07 Vestur: Trygvi Askham ? Sjúrður Ellefsen, Hans Arni Ellefsen, Gunnar Haraldsen, Hendrik Rubeksen ?Ragnar Niclasen (Eli F. Nielsen, 88.), Milan Pejcic, Jóhan Petur á Stongum, Tór-Ingar Akselsen ? Jens Erik Rasmussen (Holgar Djurhuus, 88.), Ricardo Da Silva (Jógvan Holm, 75.)

Gult kort: