Lutakastið til fyrsta umfar í UEFA Europe League háttaði seg soleiðis fyri B36 og NSÍ, at B36 skal til Georgia at spæla ímóti Olimpi Rustavi og NSÍ til Norra at spæla ímóti fleirfaldu norsku meistarunum, Rosenborg. B36 hevur fleiri ferðir havt heppin lutakøst, so talan hevur verið um lið í grannalondunum, men hesa ferð noyðist havnarfelagið ta longu leið til Georgia. Mótstøðuliðið, sum er ein samanrenning av tveimum feløgum í 2006, vann sítt fyrsta georgiska meistaraheitið í 2007. Fyri aðru ferð skal NSÍ til Norra at spæla, og hesa ferð er mótstøðuliðið Rosenborg, sum hevur vunnið norska meistaraheitið tilsamans 20 ferðir – harav 13 ferðir á rað – og eisini hevur roynt seg í Champions League fleiri ferðir. Fyrstu ferð, NSÍ spældi europeiskar dystir, var tað ímóti norska felagnum, Lyn, í 2003.