B36 trívist í Klaksvík

Seinastu seks ferðirnar B36 hevur vitjað í Klaksvík, hava teir hvítu havt fullan stigaposa við sær heimaftur.

Í aðrar mátar siga hagtølini, at NSÍ trívist væl móti B71, meðan uppgerðirnar í Havn og á Streymnesi tykjast meira spennandi. Eitt eru tó hagtøl, men nakað annað er, hvussu dystirnir um vikuskiftið verða. Men stuttlig kunnu hagtølini vera, at á talvuni sæst, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðuliðini um vikuskiftið hava dystast í tilsvarandi uppgerðunum í fremstu deildini seinastu tíggju árini.