B36 hevur í kvøld tapt suðuri á Balkan í Euroa Conference League. Mótstøðuliðið var Borac í Bosnia Hersegovina, og úrslitið var 2-0. Eftir fyrra hálvleik var 1-0.
Fyrra málið varð skorað við frísparki átta minuttir undan steðginum. Seinna málið varð skorað, tá ið tað restaðu seks minuttir.
B36 var í 3-5-2 uppstilling, og teir báðir fremstu vóru skjótu brøðurnir Hannes Agnarsson og Martin Agnarsson.
Heimaliðið var væl meiri á bóltinum enn B36, og tølini siga, at Borac hevði 17 royndir ímóti málinum, sum Mattias H. Lamhauge vardi væl, og at B36 hevði fimm royndir ímóti heimamálinum. Heimaliðið hevði fimm hornaspørk, og B36 hevði tvey hornaspørk.
Leingi sá tað út til, at talan fór at verða um tepurt 1-0 tap. Síðsta korterið spenti heimaliðið álopsbogan, og tað eydnaðist seks minuttir undan leikloki at økja um leiðsluna til 2-0.
Tvey mála tapið hevði verið væl brúkiligt úrslit undan heimadystinum. 2-0 tap ber við sær, at tað verður torførari hjá B36 at spæla seg víðari, men møguleikin er ikki heilt burtur.
Í kvøld varð spælt í 28 hitastigum, og so nógv verða hitastigini ikki, tá ið B36 um eina viku fer at eiga heimavøll.
Borac – B36 2-0 (1-0)
Europa Conference League
Milan Jelic Modrica
1-0: Benjamin Tatar 37.
2-0: Nedeljko Piscevic 84.
Dómarabólkurin úr Aserbadjan: Rauf Jabarov, Namik Huseynov, Yusifov Javanshir og Rashad Ahmadov (4. dómari)
B36: Mathias H. Lamhauge – Thor Høholt, Lukas Enevoldsen, Sonni Ragnar Nattestad – Símun Sólheim (Benjamin Heinesen, 90.), Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen (Ragnar Samuelsen, 85.), Michal Przybylski (Andrass Johansen, 85.), Magnus Egilssson – Hannes Agnarsson, Martin Agnarsson (Bjarki C. Nielsen, 58.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Sonni Højgaard, Hans Jørgensen, Andrias H. Eriksen, Jógvan Gullfoss, Mattias Weihe Joensen, Andreas Thomsen
Gult kort: Bjarki C. Nielsen, Benjamin Heinesen
Venjari: Dan Brimsvík