B36 verður seinnapartin at síggja í Gundadali

Tað eru fýra ár síðani, at TB vann á heimavølli ímóti B36, sum síðsta samdøgrið hevur hildið til í Øravík

Klokkan 16 verður fyrsta bríksl í fjórða umfari, sum upprunaliga var ásett at vera 2. páskadag, men orsakað av kava varð útsett til at vera ídag.

B36 er gestur við Stórá í Trongisvági, har vertirnir eru rættiliga trongdir. TB hevur higartil bara vunnið eitt stig.

Tølini siga, at B36 er greiður favorittur, og søgan sigur, at seinnu árini hevur B36 havt gott tak á TB. Síðsti heimasigurin við Stórá ímóti B36 var fyri fýra árum síðani. 23. apríl í 2017 vann samansetta liðið hjá suðuroyingum 3-2 við Stórá ímóti B36.

 Málini hjá heimaliðnum skoraðu Jón Krosslá Poulsen (2) og Poul Ingason, og hjá B36 var tað gamal kenningur við Stórá, sum skoraði bæði málini. Tað var Patrik Johannesen.

Tríggir av teimum, sum nú eru við til at manna heimaliðið ta ferðina, eru framvegis á TB liðnum. Teir eru Dánjal Godtfred, Rógvi Joensen, sum nú er darvaður av vøddaskaða, og Eirikur M. Ellendersen, sum í seinna hálvleiki varð skiftur inn.

B36 hópurin fór tíðliga í gjár um Suðuroyarfjørð. Síðani tá hevur ferðalagið úr høvuðsstaðnum hildið til í Øravík. Tríggir av spælarunum vóru við fyri fýra árum síðani, tá ið B36 noyddist norður aftur við ongum. Teir eru Andrias Eriksen, Bjarni Petersen og Benjamin Heinesen. Higartil í ár hevur leikluturin hjá Bjarna Petersen á besta liðnum ikki verið so stórur. Tað kann vera, at hann verður størri í dag, tí miðverjin Lukas Enevoldsen noyddist sunnudagin skaddur av vøllinum, tá ið tað restaðu 20 minuttir.

Ragnar Samuelsen er leikbannaður, og Mathias Thrane er tøkur aftur eftir leikbann.

B36 áskoðararnir plaga av fylgja sínum liði kring landið. Í dag liggur ikki so væl fyri, tí tað er vanligur arbeiðsdagur. Men trúføstu áskoðararnir ætla sær at savnast at hyggja at dystinum. Tað verður í B36 húsinum.

Samansetta liðið hjá suðuroyingum vann stig á heimavølli ímóti B36 6. august í 2018, tá ið úrslitið var 1-1. Ta ferðina skoraði Reidar Dahl Joensen til 1-0, og Michal Przybylski javnaði til 1-1.