B36 vinnur sjáldan við Løkin

Eftir at hava verið á mark­inum til heilt at verða varp­aðir úr kappingini um odda­sessin fótaði B36 sær síðsta sunnu­dag. 3-0 sigurin á heimavølli ímóti oddaliðnum Víkingi var sann­­førandi. Hann bar boð um rættan hug­burð og hug­flogs­ríka spælið vísti, at sjálvsálitið ikki er burtur.
Hesa ferð er setningurin NSÍ í Runavík. Tølini siga, at tað plagar at vera torført hjá B36 í Runavík. Í fjør vóru trígg­ir sigrar á NSÍ gott íkast á leið­ini ímóti meistaraheitinum. Ann­ars hevur tað ikki síðani 2004 árstalsfelagnum at fara úr Runa­vík við fullari úrtøku.
Ímóti Víkingi vóru tríggir B36 spælarar leikbannaðir. Nú eru Meinhardt Joensen, Klæmint Matras og Símun Hansen tøkir aftur.
Støðutalvan sigur, at tað ikki er so væl statt hjá NSÍ. Fimm tær sein­astu ferðirnar hevur tað ikki eydn­ast at vinna úrtøku, og tvær tær sein­satu ferðirnar hev­ur tað ikki eydnast at skjóta mál. Tí eru teir gulu og svørtu á niður­flyt­ingar­­plássi. Frástøðuna til plássið oman­fyri strikuna er fimm stig.
Veteranurin í miðverjuni Helgi L. Petersen hevur orsaka av skaða verið uttanfyri tær seinastu ferð­ir­nar. Miðvallarin Jann Martin Mortensen var burturstaddur seinast.

NSÍ - B36: Alex Troleis
sunnudagin klokkan 15.00