B68 aftur í fremstu røð

Toftamenn hava tvey umfør undan kappingarloki tryggjað sær uppflytring úr 1. deild

Steðgurin hjá B68 í næstbestu deildini verður bara eitt ár í hesum umfarinum. B68 flutti niður í fjør, og í dag tryggjaðu toftamenn sær næstfremsta plássið í 1. deild og harvið uppflyting í EFFO deildina.

Skála, sum í dag vann 5-0 á Sandi, hevur fyri fleiri vikum síðani vunnið deildina. Í dag vann B68 2-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Samstundis vann AB 3-1 á heimavølli ímóti 07Vestur, sum var einasta liðið, ið kundi hótta toftamenn. 07Vestur misti málverjan Kristian Joensen í síðsta minutti undan steðginum í sambandi við brotsspark, sum AB misnýtti.

At AB vann á 07Vestur ber við sær, at vágamenn duttu niður á fjórða plássið, meðan argjamenn nú eru á bronsuplássinum.

MB er langt síðani flutt niður. B36 kann ikki vinna seg av næstaftasta plássi. Um B36 kortini skal varðveita plássið í deildini er treytað av, um AB varðveitir plássið í bestu deildini ella ikki.

 

B71-Skála 0-5 (0-3)

0-1: Ólavur Mikkelsen 9.

0-2: Brian Jacobsen 19.

0-3: Pætur Dam Jacobsen 45.

0-4: Ari Olsen 72.

0-5: Brian Jacobsen 80.

 

MB-B36 0-7 (0-3)

0-1: Karl Martin Danielsen 31.

0-2: Jan M. Laursen 36.

0-3: Rasmus Dan Sørensen 90.

0-4: Jan M. Laursen 49.

0-5: Jan M. Laursen 68.

0-6: Sandri Færø 74.

0-7: Sandri Færø 81.  

 

AB-07Vestur 3-1 (2-1)

1-0: Dan í Soylu 3.

1-1: Jákup S. Olsen 12.

2-1: Karstin Højgaard 13.

3-1: Karstin Højgaard 81.

Reytt kort: Kristian Joensen, 07Vestur, 45. (beinleiðis reytt)

 

B68-Víkingur 2-0 (0-0)

1-0: Niklas Poulsen 63.

2-0: Óli H. Olsen 77.

 

NSÍ-KÍ 5-5

 

Støðan eftir 25 umfør

Skála 64

B68 50

AB 45

07Vestur 42

KÍ 34

B71 33

Víkingur 31

NSÍ 28

B36 20

MB 5

 

26. umfar

Leygardagin 19. september

07Vestur-B71

B36-NSÍ

Skála-MB

B68-AB

Víkingur-KÍ