B68 eigur góð minni móti KÍ

Klokkan 18 verður fyrsti dystur í 18. umfari í Klaksvík, har toftamenn vitja á summarfestivalinum

Leygarkvøldið tapti B68 1-0 á Skála. Harvið eru toftamenn isoleraðir í botninum. Tað eru átta stig fram til AB, sum er aftasta liðið omanfyri strikuna.

18. mai vann B68 á heimavølli 5-3 ímóti KÍ. Úrslitið var óvæntað tá, men síðani hevur tað víst seg, at KÍ hevur havt torført at vinna fulla úrtøku ímóti botnliðunum. KÍ tapti undan summarsteðginum á Skála, og á Argjum endaði tað 1-1.

Sunnudagin vóru klaksvíkingar vónbrotnir, eftir at NSÍ tríggjar minuttir undan dystarenda hevði javnað til 2-2 í Klaksvík.

-Javnleikirnir geva bara eitt stig, og tað er ov lítið, tá ið vit ætla okkum at vera við í kappingini um europeisku plássini, staðfesti veteranurin Hjalgrím Elttør.

Hjá KÍ eru fýra spælarar tøkir nú, sum ikki vóru tøkir ímóti NSÍ. Teir eru Jóhan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Henry Heinesen og Álvur F. Christiansen. Harvið er tað positivur trupulleiki hjá Eyðuni Klakstein at seta liðið, sum skal spæla í kvøld. Ein spurningur er, um Ísak Simonsen framvegis skal vera miðverji, nú Jonas Flindt Rasmussen er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg, og nú Sørmundur Kalsø er tøkur aftur eftir leikbann. Ísak spældi væl bæði á ólavsøku og ímóti NSÍ.

Á Toftum er álopsspælarin Óli H. Olsen skaddur. Tey hava bíðað eftir, at arbeiðsloyvið hjá Ibrahim Camara skuldi koma upp á pláss. Hann verður roknaður sum stórur styrkur í álopinum, og tað er kærkomið sambært miðvallaran Jóhan Dávur Højgaard:

-Ímóti Skála megnaðu vit einki frameftir. Um vit skulu hugsa um at vinna, so er neyðugt at arbeiða meiri við at spæla okkum til málmøguleikar og at fáa úrtøku.

KÍ-B68:  Petur Reinert kl. 18.00