Eingin sum helst ivi var um, hvat var betra liðið, tá FC Hoyvík vitjaði B68 á Toftum leygardagin, og úrslitið talaði eisini fyri seg, tá avtornaði. B68 vann 5-0, og um toftamenn høvdu lagt meira fyri, kundu teir saktans havt vunnið enn meira. Men tey fimm málini vóru meira enn ríkiligt hjá B68 at koma víðari.
Longu í fyrsta veruliga B68-álopinum var mál. Seks minuttir farnir, tá Jónleif Højgaard fór í skjótálop og síðani sendi innfyri til Ibrahima Camara, sum var púra leysur og skoraði til 1-0. Og bara seks minuttir seinni lá bólturin aftur í málinum hjá FC Hoyvík eftir somu uppskrift, tí hesa ferð fór Camara til stroks og legði innfyri til Dánjal Paula Højgaard, og so var 2-0.
Minni enn hálvur tími var farin, tá B68 fekk sítt triðja mál, og so var tann dysturin meira ella minni avgjørdur. Eitt sindur av aftur og fram var eftir eitt hornaspark, og so endaði bólturin hjá André Olsen, sum við einum kontrolleraðum skoti økti um munin.
Seinni hálvleikur var næstan hálvrunnin, tá B68 aftur fekk mál. Hesa ferð eftir brotsspark, ið Dánjal Pauli Højgaard setti í málið í aðru atløgu, tí hann mátti skjóta umaftur, hóast hann skoraði við fyrra skotinum. Og 12 minuttir fyri tíð fekk B68 fimta og seinasta málið, tá Camara sendi innfyri, har Ndende Adama Guéye kundi skalla bóltin inn til 5-0.
Sum sagt, kundu málini hjá toftamonnum kanska verið fleiri, og eisini kundi FC Hoyvík havt fingið okkurt, men hvørja ferð gestirnir komu í nánd av B68-málinum, stóð Tórður Thomsen fyri teimum, og so spurdist ikki meira burturúr.