Fótbóltur
B36 mundi neyvan hugsa um teoretiska møguleikan fyri FM, tá tær fóru inn á Toftir mikukvøldið. Til tess var munurin til KÍ alt ov stórur. Við einum sigri kundi B36 tó mest sum staðfesta støðuna sum silvurvinnari, men tann spenningurin er so ikki endaliga avgreiddur, nú tað endiliga eydnaðist B68 at fáa glið á spælið, sum ikki hevur hingið so væl saman eftir summarsteðgin.
Vóru betri
B68 varð undan kappingini mett sum eitt av teimum liðum, sum fór at leggja seg út í oddastríðið, og undan summarsteðginum var eisini líkt til, at hetta fór at halda.
Í endaspælinum hava tær tó havt trupult við at liva upp til hetta, men mikukvøldið staðfestu tær so, at tær eiga at roknast upp í oddin. Heimaliðið var greitt oman á frá fyrstu løtu., Kanska skaptu tær ikki so nógvar møguleikar, men trýstið var støðugt, og tá Hansy Davidsen á hálva tímanum kundi skora eftir horna, var tað ikki meira enn B68 hevði uppiborið.
Í seinna hálvleiki helt B68 á við at trýsta, men tað skuldi tó eitt av teimum meira sjáldsomu málunum til, áðrenn tær fingu økt um leiðsluna. Týskvøldið dystaðust bestu mansliðini hjá B68 og B36, tá Julian Johnsson skeyt eitt heldur løgið mál av miðjum vølli, og hesa ferð var tað so Maibritt Olsen, sum onkursvegna kundi kundi siga takk fyri seinast. Av miðjum vølli sendi hon bóltin frameftir. Bólturin støkk í vøllin og upp um málverjan, og so var 2-0.
Alt tóktist avgjørt, tá Ann Mari Kruse lítla løtu seinni sendi hornaspark beinleiðis í netið, men so var tað at B36 gjørdi ein vørr. Fyrst var Arnbjørg Danielsen trygg úr 11 metrum, tá Laila Enghamar varð feld í brotsteiginum, og lítla løtu seinni var Arnbjørg aftur á staðnum, tá hon eftir aftur og fram í brotsteiginum smekkaði til. Seianstu løtuna av dystinum royndi B36 at trýsta seg til javnleikin, men tað mundi tó vera heilt uppiborið, at stigini vórðu verandi á Toftum.
Við sigrinum fekk B68 aftur lagt seg út í heiðursmerkjastríðið, har tær nú eru ájvanar HB í stigum. B36 er framvegis á einum tryggum øðrum plássi, og hóast tapið er lítið at ivast í, at silvurmerkini aftur í ár fara til Havnar.
B68-B36 3-2 (1-0):
1-0: Hansy Davidsen
2-0: Maibritt Olsen
3-0: Ann.-Mari Kruse
3-1: Arnbjørg Danielsen (br.)
3-2: Arnbjørg Danielsen