B71 hevur fingið tilgongd úr Brasil til seinnu hálvu. Talan er um Henrique Quadros úr Brasil. Tað boðar felagið frá á Facebook í dag.
- Henrique er miðvallari og hevur í fyrru hálvu spælt við finska Kajaanin Haka í triðbestu finsku deildini, men tók av nýggjari avbjóðing í Føroyum at vinna B71 uppeftir stigatalvuni. Nógvar broytingar í hópinum til seinnu hálvu, kanska meiri enn vit høvdu ynskt; hinvegin sær liðið sterkt og kappingarført út og vit eru ivaleyst í einum betri stað enn vit hava verið frammanundan, skrivar B71.
B71 liggur á sjeynda plássi í 1.deild.