Í minsta lagi níggju fólk hava latið lív og onnur eru saknað eftir ógvusligan vatnfloym í Kina.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at økini, sum serliga eru rakt, sentrali og syðri parturin av landinum.
Sagt verður, at fleiri enn tíggjutúsund fólk eru flutt undan floyminum.
Økini, sum eru harðast rakt, eru Henan, Hubei og Guizhou, og her eru eisini í minsta lagi átta fólk saknað.
Almennar kinesiskar tíðindastovur vita at siga, at enn meira regn eru í væntu teir næstu dagarnar.