B71 framvegis ongan sigur á heimavølli

Málið hjá B71 er at varðveita plássið í deildini, sum teir vunnu sær í fjør. Støðutalvan vísir, at tað higartil hevur hilnast væl. Men tað er ikki á heimavølli, at sandoyingar hava vunnið stigini. Tað er bara í javnleikinum ímóti GÍ, at B71 hevur fingið stig á Sandi.

Í dag vitjar kreppurakta KÍ, og tað átti at verið góður møguleiki hjá B71 at fingið stig og vunnið. Men á Sandi verður undirstrikað, at talan er um stóra uppgávu, tí sjálvandi fara klaksvíkingar at gera alt, sum stendur í teirra makt, fyri at sleppa burturúr keðiligu støðuni.

Hjá B71 eru allir spælararnir tøkir uttan Fabio, sum er leikbannaður.

KÍ hevur síðani hósdagin roynt at sleppa av við vónbrotið at tapa steypadystin ímóti Skála og at fáa møðina frá 120 steypaminuttum og brotssparkskapping úr kroppinum.

Sammett við hósdagin er Kristian á Lakjuni tøkur aftur, eftir at hann varð skaddur undir upphitingini hósdagin, og Oddmar á Lakjuni er tøkur aftur eftir leikbann.

Sammett við síðsta sunnudag, tá ið KÍ á heimavølli tapti ímóti GÍ, eru miðvallararnir Oddmar á Lakjuni og Símun Joensen tøkir aftur eftir leikbann. Kaj Ennigarð er framvegis skaddur, og felagið hevur leikbannað Høgna Madsen í trý umfør. Hann spældi við 1. deildarliðnum í gjár.

Í álopunum báðum verða á Sandi í dag tveir av vandamiklastu spælarunum í Formuladeildini - Calyton Soares hjá B71 og Paul Clapson hjá KÍ.