B71-gentur til Íslands

-

Týsdagin fer gentuliðið hjá B71 til Íslands at luttaka í eini fótbóltskapping. Kappingin verður í Laugerdali í Reykjavík, og eitt líð kemur úr Amerika at luttaka. Liðið sum eitur Holy Name skal spæla í kappingini saman við B71, Throtti úr Reykjavík og Víkingi/HK.

Mikudagin verður ein vinardystur, og sjálv kappingin byrjar fríggjadagin. VInnandi liðið fær steyp, og eisini verður besti spælarin kosin í teimum ymsu bólkunum. Harafturat verður Fair play steyp latið, og besta liðið millum gestirnar fær eisini heiðurstekin.

Ferðin til Íslands kostar nógvar pengar, og gentuliðið hevur fingði góðan stuðul ymsastaðni frá. Tey ynskja at takka: Áhugafelagnum hjá B71, MJ-saltsølu, Atlantic Airways, P/F Eimskip í Føroyum, Tryggingarsambandi Føroya, Føroya Sparikassa, Føroya Banka, L/F Meginfelag Búnaðarmanna, P/F Føroya Shell, P/F Vørðystíggjur, P/F Tórshavnar Skipasmiðju, Havnar Timbuhandli, Sp/F Ellubitin, P/F Herman Winther, P/F Rólant Vidtfeld, Elding, Marnu S. Sørensen, P/F Kemilux, Statoil v/Tórur Johannesen, Oljuavgreiðslan v/Kristin I. Thomsen, Linjohn Christiansen og Føroya Bjór.