B71 kendi ikki sína vitjunartíð

Klaksvíkingar høvdu rætta hugburðin eftir steðgin, og so eydnaðist tað at vinna ímóti sandoyingum, sum sektaðu seg sjálvar óneyðuga nógv

Fótbóltslagið í Klaksvík flutti seg eina tonn rætta vegin seinnapartin sunnudagin. Seinastu árini hevur verið langt ímillum fleiri sigrar á rað, men nú er KÍ komið í sannan stima. Hetta var triði sigurin á rað, og KÍ hevur vunnið fýra av fimm teimum seinastu ferðunum.

Góða úrtøkan bar sunnudagin við sær, at KÍ – í hvussu so er inntil í kvøld – er komið upp á sætta plássið, meðan sandoyingar, eftir at tað leingi hevur gingið væl, mugu finna seg í at vera á 8. plássi.

B71 spilti seg burtur fyrstu løtuna, og teir spiltu seg eisini burtur síðstu løtuna. Fyrstu løtuna kundu teir sum einki havt lagt seg á odda við bæði einum og tveimum málum.

Heimaliðið var ikki tendrað, og beinanvegin hevði B71 risa møguleika, men Wellington sendi skeivu megin stólpan, og løtu seinni hevði Clayton Soares bóltin á øðrum stólpanum aftanfyri Meinhard Joensen.

Stóri B71 møguleikin tóktist ikki at kveikja heimaliðið. Sandoyingar tóktust væl tilvitaðir um, hvør teirra leiklutur skuldi vera, og fleiri ferðir var um reppið, at teir komu til, møguleikar.


Nýtt lív í

KÍ venjarin var ikki nøgdur við avrikið og serliga hugburðin, sum hansara menn høvdu víst í 1. hálvleiki. Eftir steðgin var nógv størri tyngd og meiri sprutt í heimaliðnum, sum megnaði at leggja trýst á B71 verjuna, og seks minuttir eftir steðgin kom hol á:

Kristoffur Jacobsen, sum rættuliga er blomstraður síðani tíðliga í summar, nú hann er vorðin sentralur miðvallari, var aftur hesa ferð ímillum teir mest eyðsýndu, og hesa ferð krýndi hann góða avrikið við fínum máli.

Uttanvert brotsteigin smekkaði hann til við vinstra beini, eftir at Gunnar Nielsen hevði lagt bóltin fyri føturnar á honum, og bólturin sang í meskunum aftanfyri Símun Rógva Hansen, sum hevði vánaligt sýni.

1-0 til KÍ, og støðið undir heimasigri tóktist vera lagt. Men heimagleimurin helt sær bara í sjey minuttir. So svaraði B71 aftur. Clayton Soares, sum so ofta hevur spælt klaksvíkingum eitt puss, var illa ansaður, hóast hann fitta løtu hevði bóltin, og so spældi hann Símun Hansen, sum í 1. hálvleiki hevði verið sera gjøgnumbrotssterkur í vinstru síðu, leysan í brotsteiginum. Símun takkað fyri, og so av var 1-1.

Men KÍ kom yvir skelkin, og teir fingu góða hjálp frá sandoyingum í royndini at vinna øll stigini. Símun Hansen bað um býttisligt gult kort, sum bar útvísing við sær, tá ið eitt gult longu var í bókini, og eftir at Paul Clapson við høvdinum sera heppið hevði lagt KÍ framum aftur, var ostaskorpan aftur á lofti. Hesa ferð var tað miðvallarin Flavio Santana, sum sá reytt.

Níggju ímóti ellivu var ov brøtt mótbrekka hjá sandoyingum, sum sjálvandi iðraðu seg um spiltu møguleikarnar, tá ið teir í 1. hálvleiki høvdu sína vitjunartíð. Stefan Kalsø, sum líta løtu frammanundan var komin á vøllin, staðfesti heimasigurin, tá ið hann við fínum stútara stýrdi bóltin í málið eftir innlegg frá Heðini á Lakjuni. 


KÍ-B71 3-1

1-0 Kristoffur Jakobsen, 48.

1-1 Símin Hansen, 55.

2-1 Paul Clapson, 78.

3-1 Steffan Kalsø, 89.

Dómari: Rúni Gaardbo

KÍ: Meinhard Joensen – Høgni Madsen, Jan Andreasen, Kaj Ennigarð, Harley Bertholdsen – John Hammer (Leon Bjartaðlíð, 67.), Kristoffur Jakobsen, Símun Joensen (Eli Simonsen, 90.), Heðin á Lakjuni – Paul Clapson, Gunnar Nielsen (Steffan Kalsø, 87.)

Gult kort: Høgni Madsen

B71: Símun Rógvi Hansen – Eirikur Poulsen, Fabio Vieira, Jóhannus Jensen, Magnus Olsen – Rasmus Nielsen (Gudmund Nielsen, 70.), Eli Hentze (Rene Clementsen, 90.), Flavio Santana, Wellington Soares, Símin Hansen – Clayton Soares

Gult kort: Eli Hentze, Jóhannus Jensen

Reyð kort: Símin Hansen og Flavio Santana