B71 kunngjørdi í gjár, at Mathias Myrthue spælur í gulum komandi ár. 26 ára gamli danskarin er ein royndur maður. Hann hevur spælt tilsamans 148 dystir í næst- og triðbestu deildini í Danmark og 11 dystir í donsku steypakappingini. Allar dystirnar hevur hann spælt fyri Thisted FC, sum á heimasíðu sínari rópa hann fyri “en ægte klubmand.” Heimasíðan hjá Thisted skrivar, at Mathias er verjuleikari við stóra V og tekur altíð ábyrgd fyri at verja málið. Á myndini B71 hevur lagt út við kunngerðini sæst Mathias eisini bera liðskiparibandið fyri Thisted.
Nýggi B71’arin kemur til landið í nýggja árinum, skrivar B71.











