Baby Spice á Filmi

:)

Emma Bunton sum tey flestu nokk kenna betur sum Baby-Spice hevur nú ætlanir um at gera seg galdandi á hvíta tjaldinum. Tíðindi vilja vera við, at hon hevur fingið boðið ein leiklut í einum nýggjum enskum filmi. Filmurin sigst at innihalda eina rúgvu av sex og skandalum, og verður longu nú lýstur, sum Full Monty On The Beach. Hetta er fyrsta roynd hennara sum sjónleikari eftir at tær fimm kryddara genturnar saman gjørdu filmin um Spice Girls

Filmurin er um nakara vinkonur, sum fara á eina ferð til eina sólskinsoyggj, har tær liva tað glaða lívið. Leikluturin hjá Baby Spice, sigst liggja rættuliga langt frá tí fitta image, sum hevur verið tengt at Emmu Bunton.

Ætlandi byrja upptøkurnar til filmin í August mánaða á Ibiza. Enn er óivist hvørja lagnu Spice Girls fáa, onkustaðni ljóðar at tær eru farnar hvør til sítt, men aðrastaðni verður sagt at tær eru mitt í innspælingunum av einari nýggjari fløgu. Tað ganga óivað nakrir mánaðar afturat áðrenn greiða fæst á hvussu støðan veruliga er.