Almenn baðirúm og wc við sandin í Leirvík

Eysturkommuna fer at gera tvey almenn wc við brúsu til hugnaliga økið við sandin í Leirvík.

 

 

 

Eysturkommuna hevur keypt eitt neyst við sandin við Bug í Leirvík og fer at gera tvey almenn wc við brúsu til hugnaliga økið við sandin í Leirvík.

 

- Neystið, sum stendur á matrikul 257, stendur beint við Mataránna og liggur sostatt væl fyri í mun til sandin og fer at koma væl við hjá teimum mongu, ið leita sær oman higar ein góðveðursdag.

 

Í Eysturkommunu vita tey í dag at siga, at sjódipping er vorðið populert í Leirvík.

 

- Nú fáa tey, ið dáma væl at leypa út í kalda sjógvin, lættari atgongd til almenn wc og brúsur beint við sjóvarmálan.

 

Lagt verður aftrat, at 300.000 krónur eru settar av til arbeiðið. Tað er kommunan sjálv, sum ger arbeiðið, ið so smátt er farið í gongd í Leirvík.

 

##med2##