Badmintonlandsliðið úttikið

Landsliðsvenjarin í badminton, Jonas F. Tai, hevur tikið út teir sjey leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í badminton á oyggjaleikunum í Hetlandi í summar.

Badminton

Sjey leikarar eru á badmintonlandsliðnum. Vanligani hava tað bara verið leikarar úr HBF í Havn, sum hava verið á landsliðnum, men í ár er ein leikari úr VÍF eisini við á liðnum.

Yngsti leikarin er 14 ár
Teir sjey leikararnir eru hesir: Aksel Poulsen, Bjartur Lamhauge, Erland Poulsen, Rani í Líð, Gurið Poulsen og Brynhild Carlsson úr HBF og Guðrun Poulsen úr VÍF. Vert er at leggja til merkis, at Brynhild Carlsson, sum er yngsti leikarin á liðnum, einans er 14 ára gomul.
Eitt føroyskt úrvalslið í badminton var um vikuskiftið á ferð í Hetlandi, har kappast var við hetlendskar badmintonleikarar. Nógvir ungir leikarar vóru við á ferðini, og fríggjadagin dystaðust føroysku ungdómsleikarnir við hetlendsku javnaldrarnar. 26 dystir vóru á skránni, og føroyingarnir vunnu teir 17, meðan hetlendingar vunnu níggju.
Leygardagin var skipað fyri einstaklingakapping fyri vaksin, og tá endaði tað við einari reinari føroyskari finalu í einmansleiki hjá monnum. Tað vóru teir báðir Niclas Eysturoy og Erland Poulsen, sum brustu saman, og Erland vann dystin.
Tvímansleikin hjá monnnum vunnu Bjartur Lamhauge og Aksel Poulsen á einum hetlendskum pari.
Fremsti kvinnuligi føroyski badmintonspælarin, Gurið Poulsen, vann seg eisini fram í finaluna í einmansleiki, har mótstøðukvinnan var hetlendksa Anne Wood. Her gjørdist talan um ein drúgvan dyst, sum hetlendska kvinnan tó vann eftir trý sett.
Hinvegin stóðu føroysku leikararnir seg ikki so væl í tvímansleiki hjá kvinnum og blandaðum tvímansleiki, og sagt verður, at neyðugt verður at arbeiða hart við blandaða tvímansleikinum undan oyggjaleikunum, sum fara av bakkastokki um tveir mánaðar.