Bagge gevst eftir verandi EM-undankapping

FSF hevur givið U21-landsliðsvenjarinum, Sámali Erik Hentze loyvi til at taka við sum høvuðsvenjari í AB, hóast fýra dystir framvegis eru eftir at spæla í verandi EM-undankapping, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Seinnu árini hevur Fótbóltssmaband Føroya ynskt, at U21-landsliðsvenjarin ikki hevur havt onnur venjarastørv, og heldur ikki verið ov tætt knýttur at nøkrum ávísum felag sum venjari ella ábyrgdarpersónur. Men nú verandi EM-undankapping hjá U21-landsliðnum er meir enn hálvrunnin, hevur Sámal Erik Hentze sett fram ynski um at taka við starivnum sum høvuðsvenjari hjá AB, hóast nakrir U21-landsdystir eru eftir at spæla.

 

FSF hevur gingið hesum ynski á møti, og kemur Sámal Erik, ella Bagge, sum hann eisini verður nevndur, at standa á odda fyri fremsta liðnum hjá AB, samstundis sum hann hevur ábyrgdina av seinastu dystunum í U21 EM undankappingini.

 

– Vit hava verið sera væl nøgdir við tað arbeiði, ið Sámal Erik hevur lagt í U21-landsliðið, og úrslitini hava verið góð. Tað kemur tískil ikki sum nakað yvirraskilsi, at okkurt av feløgunum ynskir at seta hann í starv. FSF vil takka Bagga fyri gott samstarv, og ynskir honum alt tað besta í komandi tíðum sum venjari. Arbeiðið at finna nýggjan U21-landsliðsvenjari fer í gongd fyrst í komandi ári, sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Virgar Hvidbro, við heimasíðuna hjá FSF.

 

U21-landsliðið skal spæla fýra EM-undankappingardystir í 2022. Tveir eru á skránni í mars mánað, og tveir skulu spælast í juni.