Bagge: Láturlig venjingarlega hjá landsliðnum

Sámal Erik Hentze finst hvassliga at venjingarleguni, sum føroyska A-landsliðið júst hevur verið á í Spania og Gibraltar

- Mín meting er, at venjingarlegan hjá landsliðnum er fullkomiliga láturlig. Tað er júst nú, at føroysku feløgini fínpussa tað seinasta til kappingina, og teir vita, at leikararnir, teir taka frá okkum, eru teir, sum vit byggja liðið upp runt um, sigur Sámal Erik og heldur fram:
- Landsliðið hevur eina kapping í septembur, og hvør sigur at hesir somu leikararnir verða upp á tal tá? Um landsliðið hevði eina kapping at hugsa um í apríl, so hevði eg skilt tað, sigur Sámal Erik.
Hann skilir eiheldur, at A-landsliðið tekur leikarar frá U21-landsliðnum, sum hevði ein meiri týðandi dyst at hugsa um – nevniliga EM-undankapping ímóti Rumenia, sum Føroyar taptu 1-3 ímóti fyrr í dag.
- Hvat hugsar fótbóltssambandið? Eitt landslið skal vera umboðað við best møguligu leikarunum, serliga tá ið spælt verður um stig. Í mínum hugaheimi hevur EM-undankapping meiri at siga enn ein venjingardystur, og í mínum hugaheimi er Rumenia betri enn Gibraltar, sigur hann.
Ert tú so glaður fyri, at tú bara hevur ein spælara (Tórð Thomsen, red.) á landsliðnum?
- Ja, eg eri glaður fyri at eg ikki havi fleiri, tí so fái eg arbeiðsfrið. Men eg harmist teirra vegna, sigur Sámal Erik Hentze at enda.



FSF: Hini londini eru ikki samd

Tað sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivar í FSF, og vísur til at flestu av hinum londunum hava spælt venjingardystir í vikuni

Virgar Hvidbro vísir aftur ákærunum frá Sámal Eriki Hentze.
- Føroyska A-landsliðið hevur tey seinastu mongu árini árini verið á venjingarlegu hesa ársins tíð. Fyri tað mesta hava dystirnir á venjingarlegunum verið móti klubbliðum, tó hava vit okkurt árið leikt landsdystir. Málið í ár var at leika tveir landsdystir á túrinum, og tað var eisini tað sum avtalan var við agentin, sum hevur skipað fyri túrinum, - men av ymiskum orsøkum bleiv tað bara til ein landsdyst. Síðani var ætlanin at spæla móti Malaga, sum vit so heldur ikki fingu nakran dyst ímóti. Men ein dystur er spældur, og spælararnir hava vant saman, og sambært venjaranum, so metir venjaratoymi at liðið hevur fingið væl burturúr, sigur Virgar Hvidbro.
Aðalskrivarnar vísur eisini á, at tað hevði verið ógjørligt at fari á venjingarlegu í summar.
- Á fara á venjingarlegu í summar vildi verið heilt ómøguligt. Effo-deildin liggur still frá 28.juni til 27 juli, og tá skulu fýra lið spælaa evropeiskan fótbólt í minsta lagi tvær vikur, - í 2013 spældu tvey lið í fýra vikur, og vónandi náa tey tað aftur í ár og helst longri enn tað. So eg vænti ikki at venjararnir høvdu verið betri nøgdir, um vit tóku teir fáu frídagarnir, sum spælararnir fáa tá - um teir yvirhøvur fáa nakran, sigur Virgar Hvidbro í aftursvari til Sámal Erik, venjara hjá B36.

Hini londini spæla

Virgar Hvidbro vísur eisini aftur, at tað er buturvið at spæla landsdystir í mars, hóast fyrsti dysturin ikki er fyrr enn í septembur.
- Tað sær ikki út til, at hini londini eru samd við Sámal Erik Hentze, at tað er burturvið at spæla landsdystir í mars, tá EM-undankappingin ikki byrjar fyrr enn í september. 13 evropeisk lið luttaka í HM í summar, men so at siga øll 54 londini hava spælt dyst í mars mánaða. Føroyar hava spælt sera fáa venjingardystir tey seinastu árini, og málið er sjálvandi at fáa fleiri møguleikar, sigur Vigar Hvidbro.

Lars Olsen bestemmar

Sámal Erik Hentze heldur eisini, at tað er burturvið, at A-landsliðið tekur fýra spælarar frá U21 landsliðnum, sum skal spæla EM undankappingardyst. Tríggir teirra, Gilli Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad og Hallur Hansson, høvdu óiva byrjað inni í Rumenia.
Teir sótu allir í Spania, meðan U21 landsliðið spældi móti Rumenia, sum vann 3-1. Sámal Erik Hentze er ikki einsamallur, tá tað kemur til kritikk av A-landsliðsúttøkuni, tá tað gongur útyvir U21 landsliðið.
- Tá tað kemur til úttøkur av spælarum, so leggur FSF altíð upp til, at allir vejararnir hava ein góðan dialog heilt frá U-liðunum til A-landsliðið. Men tá tað kemur til endaliga úttøkuna av spælarunum, so er tað A-venjarin, sum hevur endaliga orðið at siga, hvør verður úttikin á A-landsliðið, staðfestur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.