Bakdyrnar inn í uppsjóvarvinnuna

Hóast fleiri ár eru gingin, síðani síðsta av sonevndu kyrrahavs-skipunum hjá Thor hvarv úr reiðarínum, so liva loyvini framhaldandi. Við proformasølum tryggjaðu hesi loyvi eitt nú Grunnabarði kvotur í fjør

Samstundis sum nýggir aktørar vísa á trupulleikan við at koma inn í fiskivinnuna, so ber til at brúka ein annan veg inn í vinnuna. Vegurin er samstarv við verandi aktørar, ið eiga fiskirættindini til yvirs. Og so ein góðan advokat, ið kann standa fyri proformasølum av skipum, aftur og fram millum feløg.
Henda støðan skuldi vísa seg at vera loysnin fyri South Pelagic, sum í fjørsummar fekk Grunnabarð inn í lønandi uppsjóvarfiskiskapin, hóast reiðaríið einki loyvi hevði til tað. Lykilin inn í vinnuna var reiðaríið Thor í Hósvík, sum hevði fleiri gomul loyvi liggjandi í skuffuni.
Í dóttirfeløgunum Ocean Group Faroes og Thor Fisheries liggja gomul loyvi hjá Athena og Poseidon, sum upprunaliga vórðu keypt til uppsjóvarfiskiskap í Suðurkyrrahavinum. Tá Føroyar slitu gomlu strandalandasemjuna um makrelbýtið og ásettu eginkvotur, komu hesi risaskip inn í føroyskan fiskiskap. Skipini skuldu hjálpa til við at fáa ta knappliga nógv øktu kvotuna til høldar og harvið styrkja føroysku veiðirættindini.
Skipini hava tó ikki verið serliga virkin síðstu árini. Athena brann og varð vrak í mai 2011, og um sama mundið varð Poseidon seldur til Russlands. Eisini eitt triðja av hesum risatrolarum, Hercules, ið brann og gjørdist vrak heilt afturi í 2007, hevur framvegis sín leiklut í føroyska makrel- og sildafiskiskapinum. Við støði í hesum trimum skipum varð árið hjá Grunnabarði bjargað.

Proforma
29. mai í fjør skrivar Alex N. Vilhelm undir sølusáttmála um tað skip, ið hann og aðrir keyptu úr Norra bara fáar mánaðir frammanundan. Keyparar eru Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen. Grunnabarð verður seldur til eitt av feløgnum hjá Thor, ið nevnist Ocean Group Faroes. Sølan verður váttað av advokatinum Niels Winther Poulsen.
Í aðrari grein her á síðunum greiðir Alex N. Vilhelm frá hesi sølu. At hetta er eitt neyðugt stig at taka, skal Grunnabarð sleppa til makrel- og sildafiskiskap.
Tilsamans verður Grunnabarð seldur fimm ferðir, áðrenn skipið aftur endar hjá South Pelagic, 4. november í fjør. Á vegnum er skipið handlað millum ymsu dóttirfeløgini hjá Thor, ið liggja inni við hvør sínum kvotum. Handlarnir er allir komfirmeraðir av advokatinum Niels Winther Poulsen, burtursæð frá tí eina, har Óla Jákup Kristoffersen leggur navn og stempul til.
Í summum førum ganga handlarnir somikið skjótt fyri seg, at eigaraviðurskifti og útskrivað fiskiloyvi hanga ikki saman. Til dømis tá Grunnabarð eitt tíðarskeið í juni-juli í fjør avreiðir stívliga 1400 tons av norðhavssild, hóast skipið sambært skjølunum hjá Fiskimálaráðnum ikki hevur nakað loyvi at fiska norðhavssild í hesum tíðarskeiði. Ella tá Grunnabarð í november verður móttøkuskip hjá Phoenix og Sardis og brúkar eitt loyvi hjá Ocean Group Faroes til endamálið, hóast skipið tá aftur er selt til South Pelagic.
Sambært einum yvirliti hjá Fiskiveiðieftirlitinum hevði Grunnabarð tilsamans átta ymisk makrel- og sildaloyvi í fjør. Øll loyvini komu gjøgnum gomul loyvi hjá Thor, tí sjálvt eigur reiðaríið South Pelagic í Vági bara eitt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri.