Christiano Ronaldo og Gareth Bale verða báðir klárir at spæla fyri Real Madrid í finaluni í Champions League móti Atletico Madrid leygardagin.
29 ára gamli leikti ikki tveir teir seinastu dystirnar, meðan Bale, 24, sat uttan fyri tá liðið vandi týsdagin.
- Báðir verða við í Champions League finaluni. Tað er tað, ið hevur týdning fyri okkum, sigur Carlo Ancelotti, venjari hjá Real Madrid.
Verjuleikarin, Pepe, og áleyparin, Karim Benzema eru tó framvegis ivasamir til finaluna í Lisbon. Teir báðir vórðu heldur ikki við í venjingini týsdagin, men tað er spurningurin, um Ronaldo og Bale - allar tíðirs dýrastu spælarar - sum hevur áhugan.
Tilsamans hava teir báðir skotið 68 mál fyri Real Madrid hetta kappingarárið í øllum kappingum.