Bankamálið hevur størsta týdningin

? Besti mátin, eg kann brúka mítt mandat á Fólkatingi, er at tryggja føroyingum, at vit fáa eina góða loysn sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins og fólkatingsmaður

? Mín leiklutur á fólkatingi stendur og fellur við bankamálinum.

Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at einki nýtt er í boðskapinum, hóast danska blaðið Aktuelt í gjár ger stóran háva burtur úr, at hann nú hevur skift støðu.

Jóannes Eidesgaard sigur, at bæði Holger K. Nielsen, formaður í Sosialistiska Fólkaflokkinum og Pia Krismas Møller úr Konservativa Fólkaflokkinum hava sagt, at kemur eingin broyting í parlamentarisku støðuna í Fólkatinginum, so er eingin annar útvegur enn nýval.

? Men fáa vit eina avtalu um bankamálið, sum føroyingar kunnu verða nøgdir við, so vil eg fegin umhugsa, um eg skal forða fyri, at føroysk fólkatingsumboð fáa ávirkan á danskan politikk - um Óli Breckmann skal gera av, hvussu nógvan skatt danir skulu gjalda.

? Fáa vit hinvegin onga avtalu ella eina vánaliga avtalu, so kann fólkatingið sigla sín egna sjógv, sigur Jóannes Eidesgaard. ? Tá er tað mær líka mikið, um tað endar við nývali, leggur hann aftrat.

Jóannes Eidesgaard leggur kortini dent á, at hann undir ongum umstøðum fer upp í tingbólkin hjá danska Javnaðarflokkinum, soleiðis sum siður hevur verið fyrr.


Eiga ikki at blanda okkum

? Men brýtur tú ikki tíni vallyfti, um ikki at blanda teg í danskan politikk?

? Nei, tað geri eg ikki. Mín leiklutur er at forða fyri, at føroysku fólkatingsumboðini blanda seg í danskan politikk. Stóð tað til mín, so gjørdu vit eina avtalu okkara millum um hetta, sigur Jóannes Eidesgaard.

Føroyski fólkatingsmaðurin slær kortini fast, at eingin broyting hendir í hesum máli, fyrr enn eftir valið, tá farið verður undir samráðingarnar um bankamálið.

? Hetta er tann besti mátin, eg kann brúka mítt mandat á fólkatingi - til at tryggja, at Føroyar og harvið allir føroyingar fáa eina góða loysn. Á henda hátt fái eg eisini danir at skilja álvaran í málinum. Bólturin liggur nú hjá dønum. Og so kunnu teir kalla meg jarnbrot ella føðihjálp. Hetta málið er tað, sum hevur størstan týdning sigur fólkatingsmaðurin, sum í gjárkvøldið luttók á stórum valfundi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.