Bankar mugu tola nýggja kreppu

ES-myndugleikar fyr­i­reik­a nú eitt nýtt um­far við sonevndum stress-testum av øll­um bank­um og sparikassum í Ev­ropa. End­a­mál­ið er at av­dúka, um teir tola eina nýggja kreppu.

Business-Lien skrivar, at tá úrslitini av stress-test­ini, ið var gjørd sein­asta summar, vóru løgd fram, kendist ein á­vís­ur lætti á fíggj­ar­markn­að­u­num. Bara sjey banka­r  stóðu ikki roynd­ina og vildu í eini nýggj­ari fíggjarkreppu, ikki borið boð í bý.

Tveir mánaðir seinni vísti tað seg kort­ini, at tveir írsk­ir bank­ar, ið høvdu stað­ið stress-royndina, mátt­u bjarg­ast av myndug­leik­u­num. Søgan endaði við, at Ír­land var um at koll­sigla og mátti søkja um krepp­u­lán úr ES og IMF.

Hesu ferð skulu bank­ar­nir verða út­sett­ir fyri einum scen­a­r­io, har samlaða brutt­o­tjóð­a­­r­úr­tøk­an í ES mink­ar við 0,5 % í ár og 0,2 % í 2012, umframt eina niðurgongd á ogn­ar­markn­að­i­num.
Krepp­u­scenariið skal eis­ini avdúka á­virk­an­ina av hægri rent­u­støði og fall í virð­um av par­t­a­brøv­um á 15%

Sambært tíð­inda­bræv­i­num Dow Jon­es News­wires, fara hes­ar stress-royndir ikki at inn­ihalda scenarios yvir stats-skuld hjá ES-lond­unum.
 Kelda: www.bl.fo