Bankarnir taka ov høgt umsitingargjald

Tað er eingin objektiv orsøk til, at føroyingar síðstu árini hava goldið upp til tríggjar ferðir so nógv í umsitingargjaldi fyri síni realkredittlán.

 

Tað er eingin objektiv orsøk til, at føroyingar síðstu árini hava goldið upp til tríggjar ferðir so nógv í umsitingargjaldi fyri síni realkredittlán.

 

Tað er niðurstøðan í drúgvari kanning, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt av realkredittfígging í Føroyum.

 

Í staðin er orsøkin at finna í manglandi kappingini millum stóru peningastovnarnir, sum reelt virka sum eitt duopol á føroyska marknaðinum. Avleiðingin er, sambært Kappingarráðnum, eitt alt ov høgt umsitingargjald - tað sonevnda bidrag’ið, oman á sjálva rentuna.

 

Sambært Kappingarráðnum átti bidragið at ligið millum 0,9 prosent og 1,2 prosent.