Í Suðuroynni hava tey sett eitt skelti upp, sum skal hjálpa fólki – kanska serliga ferðafólki – at finna fram til kontantautomatina hjá Suðuroyar Sparikassi. Og tey eru enntá so hjálpsom, at tey á sama skelti boða frá, at ein hjartastartari er á sama stað – so er eitt sindur tryggari at kanna standin á kontuni.