Bankin: Faklig tilmæli skulu fylgjast

- Vistskipanin á Føroyabanka er so viðkvom, at vit als ikki hava ráð at ”gambla” og gera ímóti fakligu tilráðingunum, sigur Ingolf S. Olsen.

Løgtingslimurin og framsøgumaðurin í fiskivinnumálum hjá Tjóðveldi, Ingolf S. Olsen, heldur okkurt benda á, at broytingar tann rætta vegin eru við at henda á Føroya Banka.

 

- Eitt nú vísti yvirlitstrolingin hjá Magnusi Heinasyni í september í ár, at nógv er til av hýsu og skip, sum sigla tvørtur um Bankan og hava ekkoloddið frá, siga frá heilt góðari skrift av hýsu. Eisini hevur verið nógv til av havtasku á Føroyabanka seinastu árini.

 

Hann heldur, at eitt nú hesi viðurskifti kundu talað fyri, at vinnuligar fiskiroyndir eisini eiga at verða gjørdar á Føroyabanka. Men, sambært kanningunum hjá Havstovuni er toskurin á Bankanum tó als ikki komin fyri seg aftur enn.

 

- Minni er nú aftur at fáa av longu, og lítið er til av upsa, og hesi viðurskifti tala ímóti vinnuligum royndum á Føroyabanka, sigur Ingolf S. Olsen, sum heldur, at tað í øllum førum má farast ógvuliga varisliga fram, og vinnuligar royndir eiga bert at gerast, um Havstovan heldur tað vera ráðiligt.

 

Løgtingslimurin vísir á, at vistskipanin á Føroyabanka er so viðkvom – tað haldi eg, at allar royndir hava víst – at vit als ikki hava ráð at ”gambla” og gera ímóti fakligu tilráðingunum viðvíkjandi fiskiskapi har.

 

- Serliga nú gevur tað absolutt onga meining at trýsta vinnuligan royndarfiskiskap ígjøgnum á Føroyabanka, um tey á Havstovuni halda nakað annað. Hetta tí, at botnfiskiskapurin, upsafiskiskapurin undantikin, av álvara sær út til at hava tikið seg upp aftur á øllum øðrum leiðum í heimasjógvi.

 

Ingolf S. Olsen heldur, at tá viðurskiftini á havinum nú annars vísa seg at vera við okkum, hava vit eina so mikið betri orsøk til at geva Føroyabanka frið so leingi, sum heildarstøðan á Bankanum er so ivasom.

 

Serblaðið um vinnu, sum er í Sosialinum í dag, setir sjóneyku á Føroyabanka, og her verða fleiri sjónarmið lýst, bæði fyri og ímóti royndarveiði, eins og Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, eisini ger viðmerkingar.