BANKIN SELDUR 26 FERÐIR

So stórur áhugi var at keypa Føroya Banka, at hann var yvirteknaður 26 ferðir Sera stórur áhugi hevur verið fyri børsskrásetingini og útboðnum av 6.000.000 partabrøvum á nominelt 20 kr. í Føroya Banka millum íleggjarar í Føroyum, Íslandi og Danmark eins og í restini av Evropa. Tann stóri áhugin at vera við í einskiljingini av bankanum hevur havt við sær, at útboðið varð teknað 26 ferðir.

Fíggingargrunnurin frá 1992, sum eigur 99,4% av Føroya Banka, hevur í samráð við Global Coordinator, Handelsbanken Capital Markets, valt at seta útboðskursin á 189 kr. fyri hvørt partabræv, ið svarar til hægsta møguliga kursin í útboðsintervallinum millum 162 kr. og 189 kr. Børsskrásetingin gevur eginpeningi bankans eitt samlað virði á 1.890 mió. kr.

Føroya Banki hevur við útboðnum fingið 15.000 nýggjar partaeigarar, teirra millum eru umleið 9.000 í Føroyum. Meira enn 50% av útboðnum verða væntandi latin privatum og stovnsligum íleggjarum í Føroyum.

Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur givið Handelsbanken Capital Markets heimild til í upp til 30 dagar frá fyrsta skrásetingardegnum at brúka ein rætt til eykatillutan upp í 600.000 partabrøv. Verður rætturin til eykatillutan brúktur, verður útboðið tilsamans 6.600.000 partabrøv.

Tillutan av partabrøvum

Av tí, at eftirspurningurin er størri enn útbodna talið á partabrøvum, hava Fíggingargrunnurin frá 1992 og Handelsbanken Capital Markets avmarkað innkomnu ordrarnar. Tillutanin av partabrøvum til ordrar upp í 2 mió. kr. er ásett soleiðis:

Ordrar upp í 60 partabrøv ella 11.340 kr. verða latnir fult og heilt

Ordrar størri enn 60 partabrøv fáa 60 partabrøv umframt 2% av restini av ordranum rundað upp til næsta heila tal á partabrøvum

Partabrøv til ordrar upp á meira enn 2 mió. kr. eru tillutað individuelt.

Umleið 20% av útboðnum eru latin privatum íleggjarum í Føroyum, Íslandi og Danmark.

Tíðarætlan

Fyrsti skrásetingardagur: 21. juni 2007

Gjald fyri útbodnu partabrøvini: 25. juni 2007

Undan útboðnum hava partabrøvini ikki verið handlað alment. Skrásetingin á íslendska virðisbrævamarknaðinum, ICEX, og Københavns Fondsbørs byrjar undir navninum FO-BANK frá 21. juni 2007 kl. 11.00 føroyska tíð, meðan avroknað verður 25. juni 2007.

Vinningur

Bruttovinningurin av útboðnum verður væntandi umleið 1.247 mió. kr., um rætturin til eykatillutan verður brúktur til fulnar. Nettovinningurin eftir frádrignar útreiðslur fer í Fíggingargrunnin frá 1992.

Nú útboðið av partabrøvum er afturlatið, sigur formaðurin fyri Fíggingargrunnin frá 1992, Eyðun á Rógvi:

?Vit eru serstakliga væl nøgd við væl eydnaðu byrjanina, sum Føroya Banki hevur fingið sum einskild og børsskrásett fyritøka. Tey politisku málini, sum vórðu sett undan einskiljingini, eru rokkin, og vit hava fingið ein góðan prís fyri bankan. Hetta gevur góðar vónar fyri framtíðina og framhaldandi týdning bankans fyri menningina av føroyska samfelagnum.?

Forstjórin í Føroya Banka, Janus Petersen, sigur:

?Vit eru sera væl nøgd við gongdina í sambandi við børsskrásetingina og errin av tí stóra áhuga, sum bæði privatir og stovnsligir íleggjarar í Føroyum sum uttanlands hava víst bankanum. Hetta samsvarar væl við okkara strategi um at altjóðagera bankan og samstundis varðveita okkara sterka grundfesti í Føroyum. ?