BankNordik lækkar nú tænastugjøld og rentur

Eftir at hava hækkað eina ørgrynnu av tænastugjøldum, dregur BankNordik nú í land og lækkar tænastugjøld og rentur. Hesum boðar bankin frá í tíðindaskrivi í morgun:

»Tann 1. januar strikar BankNordik nøkur tænastugjøld. Harumframt lækkar BankNordik rentuna á 1. veðrættarlánum og ávísum innlánum.

BankNordik strikar nú nøkur tænastugjøld, soleiðis at ávísar tænastur framyvir verða ókeypis. Broytingarnar hava serliga til endamáls at gera tað lættari hjá eldri fólki at avgreiða síni viðurskifti í bankanum.

– Við støði í kjakinum um gjald fyri ymiskar tænastur hava vit endurskoðað økið og valt at strika nøkur av okkara tænastugjøldum. Tey gjøldini, sum nú hvørva, koma øllum kundunum til góðar og serliga teimum eldru, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik.

Broytingarnar í tænastugjøldunum eru hesar:

- Flytingar við FI-korti á netbankanum verða ókeypis framyvir.

- Tað verður framyvir ókeypis hjá privatkundum at gera vanligar flytingar við stuttum boðum til Danmarkar umvegis netbankan.

- Flytingar, sum BankNordik ger fyri kundar føddir áðrenn 1. januar 1945,verða ókeypis. Somuleiðis verður tað ókeypis hjá kundum, sum eru føddir áðrenn 1. januar 1945, at taka pengar út í okkara deildum. Harumframt kunnu allir kundar, sum eru føddir áðrenn 1. januar 1945, fáa ókeypis kontoavrit við postinum.

- Ársgjaldið á gjaldskort til kundar millum 18 og 25 ár lækkar úr 200 krónum niður í 0 krónur.

Broytingarnar í tænastugjøldum fáa gildi frá 1. januar 2012.

– Vit ásanna, at fleiri eldri fólk ikki hava møguleika at nýta netbankan, og tí verður tað ókeypis hjá okkara eldru kundum at avgreiða sínar flytingar í deildunum hjá BankNordik, eins og tað verður ókeypis hjá okkara eldru kundum at taka pengar út í deildunum. Harumframt avtaka vit ársgjaldið fyri gjaldskort til kundar millum 18 og 25 ár, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik.

Tað er framvegis ókeypis hjá øllum at gera vanligar flytingar við stuttum boðum í netbankanum, tá flutt verður til egnar kontur og aðrar kontur í Føroyum. Harumframt verður tað ókeypis hjá yngru kundunum at hava gjaldskort.

Rentan á 1. veðrættarláni lækkar við 0,25 prosentum, og rentan á ávísum innlánum lækkar við upp til 0,25 prosent. Rentulækkingarnar fáa gildi frá 6. februar 2012.«