BankNordik fer at krevja meira inn í negativari rentu

Markið fyri negativa rentu á innistandandi í BankNordik verður lækkað, og fólk skulu gjalda meira í negativari rentu

Nú skulu fleiri fólk gjalda meira í negativari rentu til BankNordik.

 

Bankin boðar í dag frá, broytingar verða gjørdar í ymiskum rentum og kostnaðum.

 

Eitt nú verður upphæddin, sum er undantikin negativa rentu á innistandandi hjá privatum, lækkað úr 350.000 krónum og niður í 150.000 krónur.

 

Negativa rentan á innistandandi hjá privatkundum verður broytt frá -0,60% til -0,75% – tað vil siga, at meira skal gjaldast í negativari rentu.

 

Sum nakað nýtt BankNordik nú at bjóða privatkundum eina samansparingarkontu við 0% í rentu á innlánum millum 100.000 kr. og 5.000.000 kr. Kontan hevur 12 mánaða uppsøgn, og í minsta lagi 100.000 kr. skulu setast inn á kontuna.

 

BankNordik boðar frá hesum broytingum, sum koma í gildi frá 16. august:

 

  • Rentan á innlánum hjá privatkundum verður broytt úr -0,60% til -0,75%.

  • Upphæddin, ið er undantikin negativari rentu verður broytt úr 350.000 kr. til 150.000 kr.

  • Tað fer at bera til at hava tríggjar vanligar innlánskontur uttan at gjalda negativa rentu, um upphæddin á kontunum ikki fer upp um ávikavist 100.000 kr., 25.000 kr. og 25.000 kr.

  • Rentan á pensjónskontum verður broytt úr -0,60% til -0,75% frá fyrstu krónu.

  • Børn og ung undir 29 ár eru framvegis undantikin negativari rentu.