BankNordik letur átta sjálvtøkur aftur

BankNordik sker talið á sjálvtøkum niður í helvt

BankNordik boðar í morgun frá, at bankin fer at hálvera talið á sjálvtøkum kring landið.

 

BankNordik hevur havt 16 sjálvtøkur, men frameftir verða tær bert 8.

 

Frá 16. august at rokna lata hesar sjálvtøkur aftur: á Toftum, á Strondum, í Kollafirði, Hoyvík, Hornabø, í Vági, á Eiði og á flogvøllinum.

 

– Seinastu árini hava vit staðfest, at nýtslan av reiðum peningi er minkað munandi, og kundarnir eru í alsamt størri mun farnir at gjalda við gjaldskorti, Apple Pay og Google Pay. Henda líðandi atferðarbroyting hevur við sær, at nógvar av sjálvtøkunum í dag verða lutfalsliga lítið brúktar, sigur BankNordik.

 

– Sjálvtøkur eru dýrar í rakstri, og av tí at nýtslan er avmarkað, gevur henda tænasta samanumtikið hall. Eftir at hava kannað, júst hvussu allar 16 sjálvtøkur verða brúktar, er avgerð tikin um at lata hesar sjálvtøkur aftur tann 16. august.

 

Frameftir fer BankNordik sostatt at hava hesar átta sjálvtøkur: Á Oknarvegi í Havn, í SMS í Havn, á Áarvegnum í Havn, við deildina í Klaksvík, við deildina í Saltangará, við deildina á Tvøroyri, í Skopun og í Sandavági.