BankNordik vil vera við at menna Grønland

-Við at keypa tríggjar bankadeildir í Grønlandi vilja vit vísa, at BankNordik vil vera partur av menningini í Grønlandi, og eg haldi vit hava nógv at geva í so máta. Hetta sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í BankNordik, nú hann eygleiðir gongdina hetta fyrsta árið, síðani bankin gjørdist partur av grønlendska fíggingarmarknaðinum.

Tað var í februar, at BankNordik gjørdi av at keypa íalt 12 deildir frá Sparbank, 9 í Danmark og 3 í Grønlandi. Og stjórin í bankanum metir, at hetta var eitt gott og rætt keyp, nú hann situr í stjórastólinum í Nuuk og eygleiðir ta menning, sum í løtuni er í Nuuk og Grønlandi annars.

Hann sigur, at arbeiðið higartil hevur verið at samansjóva deildirnar, soleiðis at tær virka sum ein eind. ?Vit eru 30 starvsfólk, og hesi skulu tæna teimum umleið 50.000 grønlendingunum, harav umleið 15.000 búgva í Nuuk. Súni Schwartz Jacobsen heldur fyri, at royndirnar higartil hava víst, at føroyski bankin hevur gjørt eina skilagóða íløgu í grannalandinum fyri norðan. ?Okkara royndir úr Føroyum, sum eisini er eitt lítið samfelag, kunnu heilt givið koma tí grønlendska samfelagnum til góðar og vera við til at menna Grønland. Stjórin í BankNordik vísir á teir fyrimunir sum eitt lítið samfelag sum tað føroyska kannn geva Grønlandi, eitt nú á bankaøkinum. ?Vit fara at gera okkara til, at útbúgvingarstøðið í Grønlandi verður ment ikki minst fyri at fokusera uppá tað grønlendska málið. Ùtbúgvingarstøðið í Grønlandi er lægri enn í restini av ríkinum, og her síggja vit eina uppgávu, men hetta megna vit ikki einsamallir. BankNordik hevur tí tikið stig til eitt samtarv við bæði fyritøkur og grønlendska arbeiðsgevarafelagið.

BankNordik í Grønlandi verður partur av sending í Rás2 mánamorgun millum klokkan 9.15 og 11, sum Jan Müller stendur fyri. Í sendingini verður sett fokus á tann leiklut sum føroyskar fyritøkur og føroyingar annars hava á vaksandi fíggingarvirksemið og harvið eisini menningina í Grønlandi í dag.