Orka:
Fyri at økja el-framleiðsluna frá verandi orkukeldum úr 45 til 55 prosent hevur SEV sett sær fyri at útbyggja vatnorkuna í Dølum og við Víkavatn á Streymoynni og allari eystursíðuni á Vágoynni. Orsøkin sigst vera at minka um CO2 útlátið.
Soleiðis byrjar Poul Hansen, advokatur, eitt lesarabræv í blaðnum í dag. Poul Hansen, sum er ivrigur rossamaður og ferðast nógv í føroysku náttúruni, heldur vera skeivt at útbyggja vatnorkuna meiri í Føroyum.
»Samstundis sigur nýggi SEV stjórin í Dimmu nr. 70 frá 11/4-2008 (Punktum.fo) at vit – Føroyar – eru á einum 5. plássi í Europa, hvat viðvíkur el-framleiðslu av varandi orkukeldum. Hetta prógvar, at okkara el-framleiðsla er ógvuliga ”grøn” og at einki er at finnast at henni hesum viðvíkjandi. Vit skulu minka um CO2 útlátið, men ikki við at útbyggja vantorkuna og seta fleiri av okkara fáu dølum undir vatn ella turrleggja okkara fáu eftirverandi vatnfátæku áir«, skrivar Poul Hansen, sum eisini heldur tað ver vitleyst fíggjarliga at útbyggja vatnorkuna
»Okkara CO2 útlát skal minka og tað fer at minka av sær sjálvum komandi 2 árini, tá heimaflotin verður noyddur at tillaga veiðuorkuna til tilfeingið. CO2 útlátið fer eisini at minka munandi næstu árini við teimum frambrotum ið henda innan sólkyknur, húsarhaldsmyllum v.m. og vilja minka uppaftur meira um løgtingið frítekur alla slíka útgerð fyri mvg. Harumframt vilja sparingar í olju/el-nýtslu eisini í stóran mun minka CO2 útlátið«, skrivar Poul Hansen og kemur við einum uppskoti ístaðin at gera nakað fyri at avmarka bilkoyringina.
» Lat okkum veruliga seta Føroyar á heimskortið – ikki við at hava fyrrverandi USA forsetar og varaforsetar 1 dag í Føroyum (einki galið í tí) – men við at minka CO2 útlátið á tann hátt, at vit banna allari privatkoyring sunnudag. Mær kunnugt hava onnur ikki gjørt tað, so hví ikki vera tey fyrstu at gera hetta og í verki veruliga vísa okkara virðing fyri náttúruni í staðin fyri at byrgja fáu livandi áir og dalar okkara aftanfyri betong og asfalt«.
Hann heldur, at tað vit megnaðu undir oljukreppuni í 1973, megna vit aftur, um viljin er til tess. Poul Hansen, sum var gestur í tíðindasendingini á Rás2 á middegi, vísir á, at tað verður heldur ikki verri fyri fólkaheilsuna, at fólk ganga og ikki koyra sunnudagar.
Stjórin í Sev, Hákun Djurhuus, sum eisini var gestur í tíðindasendingin, sigur, at hann sjálvandi er til reiðar at taka eitt orðaskifti um vatnorkuútbyggingina, men vísir á, at hetta er ein politiskur spurningur at taka støðu til.