Barðið skapar fiskaarbeiði í Havn

Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at ein høvuðsstaður hevur eina landingarmiðstøð, sum hevur væl av fólki til arbeiðis, tá landing er, og fiskur verður pakkaður.

 

 

Napoleon Falkvard Joensen, vanliga róptur Poli, er stjóri á P/F Barðinum, sum er landingarmiðstøðin á Vestaru Bryggju í Havn. Barðið hevur, sum aðrar landingarmiðstøðir, eina góðkenda innvigingarskipan, og felagið bæði landar, skilir og pakkar fisk fyri viðskiftafeløg. Felagið veitir eisini ís til skip og bátar.

Fiskurin, sum verður landaður á Barðinum og verður keyptur til framleiðslu á føroysku fiskavirkjunum, fer út um landið í bilum og ferjum, har fjørður skilir oyggjarnar. Keyparar av fiskinum eru bæði framleiðsluvirkir og fiskaútflytarar. Men, Barðið tekur sær eisini av at pakka fisk, sum fiskakeyparar og útflytarar keypa til útflutnings, og tá eru tað fólk hjá landingarmiðstøðini, sum pakka í hølunum á Vestaru Bryggju.

Her verður fiskurin skildur, ísaður og pakkaður og soleiðis gjørdur klárur til útflutnings.

Tað eru eisini fiskakeyparar, sum keypa fisk á øðrum landingarmiðstøðum, sum lata fiskin pakka hjá Barðinum í Havn og størsti parturin, sum fer heilur av landinum, er hýsa, men eisini svartkalvi og annar flatfiskur. Meginparturin av fiskaútflutninginum í Føroyum verður avskipaður í Havn, og tí kann tað eisini vera høgligt at lata fiskin pakka hjá Barðinum, tá hann kortini verður avskipaður í høvuðsstaðnum.

P/F Barðið leigar hølini, har landing og pakking fara fram, frá Tórshavnar havn, men felagið eigur Ísvirkið, sum varð keypt frá P/F Poul Hansen fyri nøkrum árum síðan. Tað var eisini pápi Pola, Vinjard Falkvard Joensen, sum doyði 58 ára gamal í 2003, ið legði lunnar undir landingarmiðstøðina, sum í nøkur ár var í Sørvági. 

Í Sørvági byrjaði virksemið í 1998, og tá pápin doyði, tók Napolen Falkvard Joensen yvir. Eftir at hava rikið landingarmiðstøðina í Sørvági í nøkur ár, sá Poli, at tørvur og umstøður vóru til eina landingarmiðstøð í Havn, og í 2011 læt P/F Barðið upp í gomlu hølunum hjá Bacalao.

Napoleon Falkvard Joensen er uppvaksin og býr í Havn. Foreldrini fluttu til Sørvágs at búgva, tá pápin byrjaði landingarmiðstøðina har. Mamma Pola er Marjun, dóttir Napoleon Johannesen, sum er ein av navnframu hvannasundsbrøðrunum. Brøðurnir, Napoleon og Svenning, høvdu trolbátin, Marjun, sum eitt nú fiskaði í Eystursjónum í nøkur ár. Teir skiftust um at føra bátin, og ofta vóru báðir við. 

Pápi Pola, Vinjard Falkvard Joensen, hevði í fleiri ár línubátin Barðið, sum seinni varð umbygdur til trolbát.

Umframt at starvast í vinnuni á landi, hevur Napoleon Falkvard Joensen sjálvur eisini verið sjómaður, og hann sigldi eitt nú við Ennibergi í nøkur ár. Tað hoyrir við upp í søguna, at vinnuligu røturnar hjá stjóranum á Barðinum stinga djúpt, og tær røkka nógv longur enn aftur til abban, Napoleon Johannesen, tí bæði Mortan - langabbin - og Hans Pauli Johannesen, oldurabbin, søktu eisini sjógvin.

Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at ein høvuðsstaður hevur eina landingarmiðstøð, sum hevur væl av fólki til arbeiðis, tá landing er, og fiskur verður pakkaður. Napoleon Falkvard Joensen sigur, at ein vanligan arbeiðsdag, tá nógv er at gera, eru einir 20 mans til arbeiðis inni á virkinum, á bryggjuni og umborð á skipum og bátum, sum leggja fiskin upp á Vestaru Bryggju í Havn.

##med2##