Færri dreingir fara at Miðnám. Tað vísa tølini, nú miðnámsskúlarnir kring landið eru byrjaðir aftur. Tað er serliga á skúlunum á Kambsdali og í Hovi, at tað sæst ein broyting í ár í mun til í fjør. Og broytingin er, at færri og færri dreingir fara á Miðnám.
30 prosent dreingir á Kambsdali
– Tað byrjaðu 180 nýggir næmingar á Kambsdali. Tað er á leið tað sama, sum tað hevur verið seinnu árini. Vanliga hava umleið 60 prosent av næmingunum verið gentur og 40 prosent dreingir, men tað er broytt í ár, nú lutfallið er broytt til, at tað bara eru 30 prosent dreingir móti 70 prosent gentur, sigur Páll Isholm, rektari á Miðnám á Kambsdali.
Rektarin veit ikki heilt, hví tað er so stór broyting á í ár í mun til í fjør.
– Kanska hevur tað nakað við tað at gera, at tað er lætt at fáa arbeiði, og møguliga fara nógvir dreingir handverkaravegin. Eg veit tað ikki, sigur Páll Isholm.
Tilsamans ganga 530 næmingar á Miðnámi á Kambsdali.
Miðnámsskúlin í Suðuroy
Støðan á Miðnámsskúlanum í Suðuroy er tann sama. Har byrjaðu 50 fyrstafloksnæmingar í summar. 30 prosent av teimum eru dreingir, meðan 70 prosent eru gentur.
Guðrið Eriksdóttir Johansen, rektari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy sigur, at tað byrjaður 13 fleiri næmingar á skúlanum í ár í mun til í fjør. Munurin skyldast millum annað, at í ár byrjaði ein búskaparflokkur, men tað gjørdi tað ikki í fjør
Tilsamans ganga 114 næmingar á skúlanum.
Glasir
Støðan á Glasi í Havn er eitt sindur øðrvísi í mun til á miðnámsskúlunum á Kambsdali og í Suðuroy.
Í summar byrjaður tilsamans 675 fyrstaársæmingar á Glasi. Býtið er meira javnt í Havn, nevniliga 330 dreingir og 345 gentur. Tølini eru fyri gymnasialt miðnám, yrkisnám og hægri útbúgvingarnar.
Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, sigur, at kynsbýtið er á leið tað sama sum tað var í fjør.
Í mun til miðnámsskúlarnar á Kambsdali og í Suðuroy, skulu vit tó minnast til, at Glasir hevur fleiri av teimum yrkisrættaðu útbúgvingunum, har dreingir vanliga eru í fleirtali, til dømis timburbreyt, elbreyt, bilreyt og metalbreyt. Hinvegin er hárbreyt og klædnaatstøði eisini á Glasi, og har eru vanliga fleiri gentur enn dreingir.
Á Glasi ganga tilsamans umleið 1400 næmingar.