Bara ólavsøkan størri enn eystanstevnan

Hesi síðstu árini hevur áhugin fyri gomlu bygdarstevnunum verið dalandi, fyrst og fremst grundað á teir mongu festivalarnar og tónleikatiltøkini, ið hava verið kring landið Hesi síðstu árini hevur áhugin fyri gomlu bygdarstevnunum verið dalandi, fyrst og fremst grundað á teir mongu og stóru festivalarnar og tónleikatiltøkini, ið hava verið kring landið.

Í støðum hevur enntá verið tosað um at niðurleggja onkra stevnu, men soleiðis er avgjørt ikki í Runavík.

Eystanstevnan í ár verður hin størsta og mest umfatandi nakrantíð, og fyrireikararnir hava sett sær sum mál, at Eystanstevnan framyvir skal verða so stór og umfatandi, at bert Ólavsøkan er størri.

Stevnan í ár er serstøk, tí fleir nýggjar verkætlanir og tiltøk verða roynd, og fyrireikararnir leggja seg eftir, at øll ? bæði børn, ung, miðaldrandi og gomul - kunnu hava okkurt at fara til.

T.d. er eitt stórt og rættiliga øðrvísi tiltak er á skránni, áðrenn stevnan verður sett fríggjakvøldið. Talan er um eitt karneval, ið fer at avloysa vanligu skrúðgonguna.