Ísland
Hækkandi lønir. Ein inflatiónsrata á 4%. Ekstremt lágt arbeiðsloyvi. Og ein tjóðbankarenta, sum júst er skrúvað heilt upp á 10%.
Hetta eru nøkur av heilt greiðu vandatekinunum, sum eru at síggja í íslendska búskapinum. Í farnu viku sendi danska Nykredit út beinleiðis ávaring um íslendsku støðuna, og nú gongur Danske bank í sama spori.
Lítli íslendski búskapurin er ein tann mest yvirhitaði í Europa. Niðurtúrurin lúrir beint handan hornið, og talan verður um eina harða uppbremsan. Ein uppbremsan, sum kann helst fer at geva ein negativan vøkstur á 10% um árið komandi tvey árini, verður millum annað sagt í greiningini.
Trýst á partabrøvini
Seinnu árini hevur talan annars verið um búskaparligan metvøkstur í Íslandi. Partabrævamarknaðurin er mest sum eksploderaður, og íslendsku stóríleggjararnir, Baugur og Burderas, hava framt risa-uppkeyp uttanlands. Millum annað við at keypa Magasin, Maersk Air, Sterling Airways og ætlandi eisini Marks & Spencer.
Sambært donskum serfrøðingum, so kann tó roknast við, at virðið á hesum fyritøkum nú verður trýst niðureftir.
Ójavnvágin í búskapin er so stór, at ein afturgongd fer at koma heilt skjótt. Fíggjarmarknaðurin verður raktur við høgari inflatión, einum veikum íslendskum gjaldoyra og einum sera stórum trýsti á partabrævamarknaðin, sigur senioranalytikarin, Lars Christiensen, hjá Den Danske Bank.
Trýstið á partabrøvini er væntandi, tí mett verður, at stóru íleggjararnir verða noyddir at fáa kontantan pening, tá lán skulu afturrindast, og tí verður talan um eitt lutfalsliga stórt útboð av partabrøvum.
Hetta kann eisini raka føroysk virki, sum eru skrásett á ICEX, og fyrstu rembingarnar hava longu verið at sæð. Føroyska Atlantic Petroleum hevur seinastu tvær vikurnar uppliva eitt stórt kursfall á sínum partabrøvum, men enn er talan tó um stóran vinning hjá teimum íleggjarum, sum longu áttu partabrøv, tá føroyska felagið varð noterað á marknaðinum.