Amerikanska forsetafrúan, Michelle Obama, royndi í røðu síni á demokratiska landsfundinum í nátt at sannføra amerikanararnar um, at tað er best fyri USA, at maður hennara sleppur at halda fram í forsetaembætinum.
Michelle Obama, sum er væl umtókt millum amerikanarar, segði, at maður hennara kennir tann amerikanska dreymin, tí hann hevur gjørt hann til veruleika í sínum egna lívi, og at hann vil, at allir amerikanarar skulu fáa sama møguleika, sama hvørjir teir eru, og hvussu teir síggja út.
Hon ásannaði, at tað hevur verið torført at fremja tær broytingar, sum Barack lovaði fyri fýra árum síðani, men legði afturat, at broytingar taka ofta tíð og henda ikki eftir einum degi. Hon minti áhoyrararnar á, hvat Obama hevur gjørt á heilsuøkinum, og hvat hann hevur gjørt fyri at bøta um rættindini hjá teimum amerikonsku kvinnunum.