Stýrið í Norðurlandahúsinum hevði hósdagin og fríggjadagin fund, har tey løgdu skránna í hesum árinum til rættis.
Í stýrinum situr ein gamal kenningur hjá øllum føroyingum. Anneke von der Lippe hevur havt sæti í hesum stýri í eitt gott ár, men hon hevur tó ongantíð verið í Føroyum síðan frumsýningina av Barbaru.
Orsøkin er, at hon fyri stuttum átti eina gentu. Tí hevur ein tiltakslimur hjá Anneke røkt starvið í stýrinum fyri hana. Nú er hon tó farin aftur til arbeiðis eftir burðarfarloyvi.
? Eg siti í stýrinum sum umboð fyri Noreg, og ætlanin var, at eg skuldi koma til Føroyar, men vegna barnsburð lá tað ikki so væl fyri, sigur hon.
Glað at vera aftur
Anneke von der Lippe sigur, at hon er ógvuliga glað fyri at vera aftur í Føroyum.
? Eg havi góð minnir hiðani, og tað er gott at vera aftur í Føroyum hóast árstíðin kanska ikki er tann besta, sigur hon.
Tó verður hon eisini mint aftur á tær minnu góðu løturnar í Føroyum, tá hon hugsar um veðrið henda dagin, tá Sosialurin fangaði hana uppi í Norðurlandahúsinum.
Hetta var, tá hon sat veðurføst í Føroyum í fleiri dagar, tí leikstjórin ikki tordi at senda sjónleikararnar heim. Vandi var nevniliga fyri, at teir ikki sluppu aftur til Føroya vegna veður.
Hon viðgongur, at henda gamla ræðslan frá tíðini í Føroyum um at sita veðurføst eisini hevur fest seg í minnið.
Átt tvey børn
Síðan frumsýningina hevur Anneke von der Lippe átt tvær gentur. Tá frumsýningin var í Norðurlandahúsinum, var hon við barn, og síðani hevur hon átt eitt barn afturat.
Hóast hon hevur átt tvey børn, hevur yrkisleiðin ikki ligið still. Hon hevur spælt eitt ótal av filmum og sjónleikum.
Hon hevur fast starv sum sjónleikari í tjóðarsjónleikahúsinum í Oslo. Hon hevur m.a. havt høvuðsleiklutin sum Nora í leikinum ?Et dukkehjem?. Hesin leikurin varð vístur í Washington og Edinburgh.
Harumframt hevur hon havt leiklutir í fleiri filmum og stuttfilmum. Yrkisleiðin hevur sostatt ikki ligið í dvala, hóast hon hevur sett tvey børn í verðina.