Barca-venjari deyður

Tito Vilanova, sum í fjør var venjari hjá Barcelona, andaðist í dag – 45 ára gamal

Vilanova tók við sum venjari, tá Pep Guardiola valdi at gevast á sumri í 2012. Undir Vilanova helt Barca fram við sama stórspæli, sum hevði verið galdandi undir Guardiola, og fyrsta hálva árið var eingin, ið skalaði catalanska stórfelagnum.

 

Tað eydnaðist Barcelona at vinna meistaraheitið í fjør, men Vilanova var ikki við allan vegin, tí hann var til viðgerð fyri krabba. Seinastu tíðina er støða hansara versnað nógv, og í dag andaðist Vilanova.