Heldur ikki tann seinasta royndin hjá spanska meistaraliðnum Barcelona at keypa Cesc Fabregas frá Arsenal eydnaðist. Sky Sports veit at siga, at Arsenal hevur vrakað tað seinasta boðið upp á spanska miðvallaran.
Hetta var tann triðja royndin hjá Barcelona at fáa Fabregas. Sambært Sky Sports hevur Arsenal alla tíðina hildið uppá, at felagið vil hava 40 milliónir sterlingpund fyri Fabregas, og felagið vildi tí ikki taka av tí seinasta boðnum frá Barcelona, sum var 33 milliónir pund.
Tí bendir alt á, at spaniumaðurin Fabregas verður verandi í London.