Barcelona keypir inn í Kina

Spanska felagið hevur keypt fyrrverandi Tottenham-miðvallara fyri 300 milliónir krónur.

FC Barcelona hevur leitað sær eftir einum avloysara fyri Neymar, sum er seldur til PSG. Í dag hevur felagið skrivað undir við ein nýggjan leikara, men hann spælir aðrastaðni á vøllinum.


Talan er um brasilska miðvallaran Paulinho, sum er keyptur úr kinesiska felagnum Guangzhou Evergrande fyri 40 milliónir evrur. Tað svarar til smáar 300 milliónir krónur.


29 ára gamli Paulinho spældi frá 2013 til 2015 í enska Tottenham. Har var hann ikki nakar profilur, og hann varð seldur til Guangzhou Evergrande fyri góðar 100 milliónir krónur.


Paulinho, sum eisini spælir á brasilska landsliðnum, skeyt 25 mál í 95 dystum fyri kinesiska felagið. Sáttmálin ímillum hann og FC Barcelona er galdandi í fýra ár.