FÓTBÓLTUR
Seinnu vikurnar hevur gingið illa í hond hjá Barcelona, sum hevur tapt ímóti bæði Espanyol og Atletico Madrid síðstu tvey umførini. Ímóti Atletico Madrid á Vicente Calderón Leikvøllinum í Madrid var reint galið. Barcelona var á odda 2-0, men endin var, at Atletico Madrid vann 4-3.
Men leygarkvøldið kom tann stolta, katalanska fótbóltsskútan aftur á beint. Samstundis hevur Real Madrid vunnið 2-0 á Espanyol og 6-1 á Real Betis. Munurin, sum Barcelona hevði upp á 10 stig, var knappliga tódnaður niður í fýra stig. Men um vikuskiftið øktist munurin aftur.
Undanfrumframførsla
Á Nou Camp-leikvøllinum í Barcelona møttust FC Barcelona og Athletic Bilbao til eina undanframførslu til finaluna í sponsku steypakappingini, Copa Del Rey, sum júst hesi bæði liðini spældu seg í farna mikukvøld.
Barcelona vann dystin 2-0, men baskiska útiliðið hevði annars tann fyrsta stóra málmøguleikan í dystinum. Sergi Busquets stútaði Barcelona fram um 1-0, tá 17 minuttir vóru spældir. Hetta hendi aftan á eitt gott fríspark frá Xavi.
Í seinna hálvleiki staðfesti Lionel Messi sigurin við einum brotssparksmáli, sum argentinska superstjørnan setti ósvikaliga trygt í netið. Samuel Eto’o brendi nakrar risamøguleikar, og burdi Barcelona fingið ein størri sigur. Men 2-0 sigurin gjørdist søtur, tá úrslitið frættist frá Barnabeu-leikvøllinum í Madrid.
Real misti
Í grannauppgerðini ímóti Atletico Madrid eydnaðist tað bert Real Madrid at fáa javnleik 1-1 ímóti teimum lokalu kappingarneytunum, sum hava havt eitt av sínum betri kappingarárum.
Sjey minuttir áðrenn steðgin hevði Atletico eitt mynsturálop, sum var byrjað frá egnari leikhálvu. Bólturin endaði hjá Sergio Agüero, sum sendi bóltin inn til Diego Forlán, sum var komin inn í brotsteigin. Framherjin úr Uruguay gjørdi einki mistak, men bankaði bóltin í netmeskarnar hjá Iker Casillas.
12 minuttir inn í seinna hálvleik javnaði hollendski spælarin, Klaas Jan Huntelaar, aftan á eitt frálíkt forarbeiði frá Gonzalo Higuaín. Úrslitið var tó langt frá nøktandi fyri Real Madrid, sum nú er seks stig aftan fyri Barcelona.
Kortini var tað Atletico Madrid, sum hevði teir størstu málmøguleikarnar í seinna hálvleiki. Iker Casillas var fullkomiliga seldur, tá Diego Forlan meddaði bóltin í stongina.
Sera undirhaldandi
Talan var um ein sera undirhaldandi dyst við nógvum málmøguleikum, men tað er ikki at siga ov nógv, um hugt verður eftir stigatalvuni, at Barcelona var vinnarin av dystinum millum Real og Atletico. Barcelona hevur 63 stig, meðan Real Madrid hevur 57 stig, og enn eru 12 dystir og 36 stig at spæla um.
Týskvøldið skal Real Madrid spæla ímóti Liverpool á Anfield Road í seinnu áttandapartsfinaluni í Champions League. Liverpool vann 1-0 í Madrid, so har stendur á gomlum nøglum hjá Real Madrid. Barcelona tekur ímóti Lyon og hevur ein 1-1 javnleik frá fyrra dystinum sum gott útgangsstøði.