Slovenia er eitt av teimum betru hondsbóltslondunum og kann við at vinna kvalifikasjónina ímóti Ungarn tryggja sær pláss í næstu HM-kappingini, sum verður í Qatar.
Men uppgávan hjá slovenum er vorðin munandi truplari, nú tríggir av teirra føstu leikarum hava fingið leikbann, tí teir bardust við mótleikarar í einum dysti millum Slovenia og Ukraina í januar mánað. Leikarar á ukrainska landsliðnum hava eisini fingið leikbann.
Teir tríggir slovenararnir, sum hava fingið leikbann, eru Uros Zorman, Miha Zvizej og Olexandr Shevelev. Zorman verður mettur sum heilin á landsliðnum, og Zvizej er sera týdningarmikil verjuspælari.